Maðurin, sum vann sær milliardir av krónum við at selja fyritøku sína Giga til Intel, hevur keypt uppaftur meiri av breiðbandsfyritøkuni ComX. Nú eigur hann tilsamans 75% av partabrøvunum í fyritøkuni, sum væntandi verður yvirtikið av Comendo innan stutta tíð. ComX mennir fipurkáplar til netloysnir, og umsita millum annað 400 km fipursamband.










