Tann kenda danska sjónleikara- og filmskvinnan Helle Virkner er deyð, 83 ára gomul Í fjør fekk Helle Virkner at vita, at hon var ólekiliga sjúk av krabbameini, og í morgun doyði hon í heimi sínum í Charlottenlund.
Helle Virkner spældi millum annað í fleiri filmum og filmsrøðum og er kend frá eitt nú Matador, Huset på Christianshavn og Olsen-Banden.
Helle Virkner var gift tríggjar ferðir, seinast við fyrrverandi danska forsætisráðharranum Jens Otto Krag. Hon átti tvey børn.