Helle tekur við eftir Lars

Eru tær seinastu meiningakanningarnar eftirfarandi, verður Helle Thorning Schmidt næsti forsætisráðharrin í Danmark og samstundis tann fyrsta kvinnan í hesum embætinum.

Ein kanning, sum Megafon gjørdi fyri TV2, sigur, at tann reyði vongurin í Fólkatinginum fær 52,2 prosent av atkvøðunum og tann blái vongurin 47,8 prosent. Samanborið við valið tann 13. november í 2007 fær tann reyði vongurin 5,4 prosentstig meiri og tann blái tilsvarandi færri atkvøður.

Eftir Megafon-kanningini fáa Sosialdemokratarnir 46 tinglimir, Sosialistiski Fólkaflokkurin 24, Radikali 13 og Eindarlistin 7 ella tilsamans 90.

Á tí bláa vonginum fær Vinstri 44 tinglimir, Konservativi 12, Danski Fólkaflokkurin 22 og Liberal Alliance 7 ella tilsamans 85 umboð í Fólkatingið.

Ein kanning, sum Epinion gjørdi fyri danska kringvarpið tann 11. august, gav andstøðuni 97 tinglimir og teimum borgarligu 78.