Politiskir framsøgumaðurin hjá donsku sosialdemokratunum, Henrik Sass Larsen, kunngjørdi í dag, at hann verður ikki ráðharri í næstu stjórnini, tí ivi er um hansara trygdargóðkenning. Orsøkin ner, at Hanrik Sass Lassen hevur havt samband við ein rockara í heimbýnum Køge, og tað ger, at PET kann ikki geva honum ta neyðugu trygdargóðkenningina, sum ráðharar skulu hava.
Hann ætlar sær heldur ikki at halda fram sum framsøgumaður fyri flokkin.
Henrik Sass Larsen hevur tí í dag boðað floksformanni sínum, Helle Thorning-Schmidt, frá, at hann er ikki ráðharraevni. Politiskir eygleiðarar hava verið á einum máli um, at Hanrik Sass Lassen skuldi umsita fíggjarmál í teirri komandi. stjórnini. Hann hevur altíð verið roknaður sum ein av teimum trúgvastu stuðlunum hjá Helle Thorning-Schmidt.
Blaðið B.T. prentaði í summar eina mynd, har Henrik Sass Larsen sat vit eitt borð uttan fyri eina matstovu í Køge saman við einum rockara, sum vildi hava hjálp í einum máli um foreldramyndugleika.