Hevði fólkatingsval verið nú, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 91 tinglimir og stjórnarvaldið. Teir borgarligu høvdu fingið 84. Tað vísir ein nýggj meiningakanning hjá Ritzau.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn hefta seg serliga við, at kanningin gevur Danska Fólkaflokkkinum 15,2 prosent av atkvøðunum ella 3,2 prosentstig meiri enn fyri fjúrtan døgum síðani. Viðmerkjarin Niels Krause-Kjær ivast ikki í, at tað er kjakið um betri eftirlit við danska markið, sum gevur flokkinum størri undirtøku.
Framgongdin hjá Danska Fólkaflokkinum hjálpir kortini ikki Lars Løkke Rasmussen so nógv, tí hansara egni flokkur, Vinstra, fær sambært kanningini 21,4 prosent ímóti 23,2 prosentum í seinastu kanning.