Sum vant var landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Hellas Verona spældu dyst á útivølli móti Atalanta í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A.
Hellas Verona tapti í dag 0-1. Heimaliðið skoraði sigursmálið átta minuttir undan steðginum.
Liðini høvdu tríggjar málmøguleikar hvør innanfyri málrammurnar.
Í dag fekk Andrias verri ummæli enn í fleiri undanfarnum dystum fyri Hellas Verona. Soccerstand/Flashscore gevur honum karakterin 5,4, og Sofascore gevur honum karakterin 5,8. Í báðum førum av 10 møguligum.
Nú átta umfør eru eftir at leika er Hellas Verona næstaftast í deildini við 18 stigum, og liggur til niðurflyting. Liðið hevur níggju stig upp til Cremonese á fjórðaftasta plássinum, so nógv skal ganga rætt hjá Hellas Verona seinastu átta leikumførini.
Nú fer Andrias at ferðast stutta teinin til San Marino í komandi viku. Komandi leygardag klokkan 14 spæla Føroyar venjingardyst móti San Marino í Sarravalle.











