Helgi varð spældur á Eiffel-torninum

Tá føroyska klædnamerkið Soul Made var víst fram á Eifffel-torninum, var bakgrundstónleikurin sjálvandi føroyskur.

Í gjár var føroyska klædnamerkið Soul Made víst fram á forvitnisligari framsýning í París, nevniliga á Eiffel-torninum. Tað er modellstovueigarin Jessica Minh Anh, sum stendur aftanfyri tiltakið, sum fyrr hevur verið á Tower Bridge í London, One World Trade Center í New York og í Grand Canyon í Arizona.

 

Í ár var Eiffel-tornið pallurin, og føroyska merkið Soul Made hjá Beintu Poulsen hevði fingið tann heiður, at verða boðið við.

 

Og tá klæðini eru føroysk, skal tónleikurin eisini vera føroyskur. Kosni tónleikurin til framsýningina hjá Soul Made varð gjørdur av unga havnamanninum, sum í tónleikaheiminum ber navnið Helgi.

 

Helgi hevði gjørt eitt mix til framsýningina, sum hann kallar Nýggja Lív Mix.

 

Hetta lagið, og annað, sum Helgi hevur gjørt, er at hoyra, um tú trýstir her.

 

Les eisini Fashion Week í New York er einki í mun til hetta