Tað gongur sera væl hjá Helga H. Hoydal og nýggja felagi hansara, Odder, sum eftir fýra dystir framvegis er ósigrað í næstbestu donsku deildini og er einsamalt oddalið.
Eisini uttanfyri vøllin gongur tað væl hjá tí nú fyrrverandi H71-spælaranum, sum lesur í Århus og spælir hondbólt í Odder.
- Eg trívist væl. Ein deiligur býur og fitt fólk rundan um meg, bæði í lestrar- og hondbóltslívinum, sigur Helgi H. Hoydal við Sosialin í dag.
Helgi er í “fimm skjótir”, har hann eisini greiðir frá skiftinum frá H71 til Odder, hvussu tað er at vera føroyingur í donskum hondbólti og um vónirnar fyri kappingarárið.










