Helgi Thomsen 75 ár

Hósdagin, 26. februa fyllir pápi okkara 75 ár, og fara vit við hesum at ynskja honum hjartaliga tillukku og takka fyri alt, hann er og hevur verið fyri okkum fimm systkini, mammu, versynir -dóttir og abbabørn.

Vit eru uppvaksin í einum tryggum heimi, har starv títt sum bakari var í kjallaranum, so vit hava altíð havt mammu og pápa rundan um okkum. Mamma var tær ein góður stuðul, og vit hjálptust øll at.


Sjálvt um tit høvdu nógv um at vera, høvdu tit altíð tíð til okkum. Vit minnast við gleði aftur á teir góðu túrarnar, vit hava ferðast runt um her í landinum.


Tá ið so alt broyttist, og mamma bleiv sjúk, tókst tú ta avgerð at taka tær av henni, og hevur tú nú í skjótt 14 ár passað hana. Tað eru vit tær sera takksom fyri.


Gestablíð hava tit altíð verið, heimið í Gøtu stóð altíð opið, og nú, síðani tit fluttu til Danmarkar, hevur verið upp á sama máta. Tit eru altíð til reiðar at taka ímóti okkum og øðrum, sum eru komin framvið.


Við bestu ynskjum um ein góðan dag saman, og Harrans signing í framtíðini.



Børnini við familjum.