Mikukvøldið tapti føroyski telvarin Helgi Dam Ziska fyri fyrstu ferð í Reykjavík Open. Eftir ein sigur og eitt remis ímóti sterkum altjóða meistaraum, telvaði Helgi mikukvøldið ímóti Ivan Ivanisevic úr Serbia og Montenegro.
Helgi fær tó aftur sterka mótstøðu í talvinum í kvøld. Hesaferð er mótstøðumaðurin úr Estlandi, og hann eitur Jaan Ehlvest. Hann er styrkismettur sum nummar átta í Reykjavík Open.