Tað eydnaðist ikki fimleikafelagnum Gefion, har Helgi W. Olsen er venjari, at vinna donsku 2. deild í fimleiki, tá teir leygardagin dystaðust móti Nakskov fyri aðru ferð.
Nakskov vann fyrra dystin tepurt, men ætlandi skuldi Gefion verið betri mannað leygardagin, enn teir vóru tað ta ferðina.
Hetta eydnaðist tó ikki. Stutt undan dystinum máttu tveir av fimleikarunum geva avboð - teirra millum Uni Mikkelsen úr Klaksvík - og so skuldi tað verða tungt.
Hóast mannfallið endaði kappingin tó aftur hesaferð sera jøvn, og tá ið avtornaði, gjørdist Nakskov endaligi vinnarin við 322,00 stigum. Gefin fekk 319,80 stig. Hetta er sera lítil munur, og tí var tað harmligt at tað ikki eydnaðist at fáa sigurin heim.
Føroyski venjarin, Helgi W. Olsen, væntar, at Gefion fer at seta lið til kappingina aftur næsta ár, og at málið verður at fáa fleiri donsk lið at kappast í hesari kappingini. Við skiftinum hjá føroyska reiðskapsfimleikinum til at brúka altjóða fimleikareglurnar framsettar av FIG (Fédération Internationale de Gymnastique) liggur tað tó eisini væl fyri at lata føroysk lið kappast við í tílíkari kapping, til dømis føroyska landsliðið. Har skal tó eitt sindur til enn áðrenn tað ber til, tí kappast verður í øllum 6 reiðskapum (gólv, bogahestur, ringar, hestur, barr og rekk), meðan tað enn bert verður kappast í 3 reiðskapum (gólv, ringar, hestur) í føroysku kappingini. Nakað sum Helgi átti at verið sera góð orsøk at skipa umstøðurnar soleiðis, at vant og kappast verður í øllum 6 reiðskapum í Føroyum.