Helgi og Rói í starvsvenjing hjá PH

Eins í øllum øðrum skúlum hava 9. og 10. flokkanir í Vágs skúla eisini verið í starvsvenjing. Allir skúlarnir eru ikki í stravsvenjing um somu tíð, so at tað gevur øllum møguleikan at sleppa, har tey vilja

Frá 28. november til 9. desember vóru 9. og 10. flokkarnir í Vágs skúla úti og royndu seg. Vit tosaðu við Helga Stenberg úr Porkeri og Róa Vestergaard av Økrum, sum ganga í 10.b í Vági.

Sum nógvir aðrir næmingar úr Suðuroy valdu teir eisini at fara til Havnar í starvsvenjing. Teir høvdu avtalað, at báðir skuldu fara til Havnar, tí at teir hildu, at tað kundi verið stuttligt at fari til Havnar ein túr og gjørt ymiskt, sum man ikki kann gera har suðuri. Teir vistu ikki heilt, hvar teir skuldu fara, teir royndu Elding, men har sluppu teir ikki, so valdu teir ístaðin at fara til Poul Hansen, og tað hildu báðir verða fínasta slag. Teir møttu hvønn morgun kl.8 og høvdu frí kl.17. Har bar ikki til at slappa av, teir vóru í gongd alla tíðina, onkuntíð vóru teir inni í frystarínum og arbeiddu, men annars var tað mesta at flyta vørur, har tær skuldu, og at koyra vøru út, søgdu teir báðir.

Vit spurdu hvat teimum dámdu at sleppa út at royna seg. Teir vóru báðir samdir um, at teir ikki leggja so nógv í hvar teir arbeiða, teir eru bara glaðir fyri at fáa frí úr skúlanum, og sleppa at royna býðarlívið í Havn í tvær vikur, søgdu Rói og Helgi flennandi.