Helgi og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

Høgni H. Hoydal og liðfelagarnir í Odder eru nú fýra stig frá oddasessinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Helgi H. Hoydal var við í hópinum, men var ikki millum málskjúttarnir hjá Odder, sum tapti 29-32 ímóti Team Sydhavsøerne á útivølli í dag í dysti, sum var spældur í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Team Sydhavsøerne var á odda 14-10 í steðginum.

 

Ósigurin hjá Odder merkir, at teir eru nú fýra stig frá oddasessinum, sum gevur beinleiðis uppflyting. Ringsted er á odda við 24 stigum, Odder er nummar tvey við 20 stigum.

 

Talan var um seinasta dystin hjá Odder í ár. Komandi dystur hjá Odder verður á heimavølli ímóti Otterup. Tann dysturin verður spældur leygardagin 13. januar.

 

Støðan:

 

1.Ringsted141121409:35824
      
2.Odder14923376:35820
      
3.Randers14914365:32119
      
4.Lemvig14833399:37619
      
5.Ajax Kobenhavn14644321:32516
      
6.Sydhavsoerne14716385:36315
      
7.Fredericia13715345:32915
      
8.Skive14707390:38314
      
9.Skaering13706347:34514
      
10.Otterup14509361:37010
      
11.HØJ13418335:3529
      
12.Frederikshavn144010356:3928
      
13.Stoholm143011338:3876
      
14.FIF131111304:3723