Helgi og Kjartan gingu aftur undan í sigri

Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal skutu ávikavist fimm og sjey mál í sigri í kvøld. Føroyingur var aftur valdur dagsins leikari

Føroyingarnir í Viking í Stavanger kunnu í kvøld fara í jólafrí á tryggum fremsta plássið, minst trý stig frammanfyri Fjellhammer á næstfremsta plássið.

Í dag vunnu føroyingarnir í Viking seinasta dystin fyri jól við 25-23 á Falk Horten, sum hevði fjórða plássið undan dystinum.

VIking byrjaði sera væl, og rann mótstøðuna niður, sum mátti taka time-out við støðuni 9-3 til Viking.

Munurin helt sær leingi, men tá ið munurin minkaði niður í trý mál sjey minuttir fyri leiklok var fjáltur á.

Munurin var á tveimum tá ið ein minuttur restaði í, og Viking tveitti bóltin burtur. Men Kjartan Johansen var skjótur aftur og fekk vart so mikið væl fyri, at trok var dømt. Viking fekk bóltin aftur og Kjartan Johansen setti hann í netið til 25-22 áðrenn Falk Horten minkaði til úrslitið 25-23 í allarseinasta sekundi.

Teir báðir føroyingarnir bóru aftur ovurstóra ábyrgd í dag.

Kjartan Johansen skoraði fimm ferðir, meðan Helgi Hildarson Hoydal var skrásettur fyri sjey mál og valdur dagsins leikari hjá Viking - ella "banens bedste" sum tey rópa tað.

Sí eisini:

Viking fult stigatal - Kjartan er toppskjútti í deildini

14 føroysk mál í enn einum teprum sigri

Kjartan og Helgi framvegis ósigraðir aftaná sjey dystir

Kjartan og Helgi vunnu grannauppgerð í allarseinastu løtu

Støðan í norsku fyrstu deild (handball.no) - Tvey tey fremstu eftir 22 dystir flyta beinleiðis upp í fremstu deildina:

LiðDystirVunniðJavnleikirTaptMálStig
Viking Håndball 131201347 - 314 24
Fjellhammer 12912324 - 279 19
Nøtterøy Håndball 12714366 - 330 15
Falk Horten 13625332 - 327 14
Kristiansand Topphåndball 12705314 - 318 14
Sandefjord Håndball 12624336 - 309 14
Lillestrøm TH 12426329 - 333 10
Viking TIF 12426344 - 352 10
Charlottenlund 12408319 - 324 8
Sandnes 12408328 - 330 8
LFH09 12309321 - 371 6
Bodø HK 122010296 - 369 4