Helgi og John stavn um stavn

Spenningurin økist alsamt, nú bert tvey umfør eru eftir í FM í talvi fyri einstaklingar, sum í vikuni verður telvað í Vestmanna. IM Helgi Dam Ziska, sum annars hevur verið á odda í kappingini higartil, varð innheintaður á fyrstaplássinum, tá IM John Rødgaard seinnapartin sigraði á Sjúrða Thorsteinssyni, meðan Helgi telvdi javnt ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen.

 

Støðan í oddinum, eftir 7 umfør:

 

1. IM Helgi Dam Ziska, IM John Rødgaard 5,5

3. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4,5

4. Sjúrður Thorsteinsson 4,0

5. Ólavur Simonsen 4,0

 

Langa Fríggjadag, kl. 14.00, hevur Helgi svarta fólkið ímóti Eyðuni Nolsøe, meðan John hevur hvíta fólkið ímóti Hans Kristiani Simonsen. Carl Eli og Sjúrður bresta saman í avgerðandi uppgerð hvør av teimum báðum, framhaldandi skal gera seg galdandi í FM-stríðnum.

 

Silas Eyðsteinsson heldur fast um oddasessin í FM-kappingini hjá unglingum, við sigri á Janus Skaale, meðan Rúni T. Jacobsen tapti avgerðandi talvið ímóti Sjúrða Olsen, og harvið er tað bert Sjúrður, ið hevur møguleikan fyri, at taka Silas aftur í oddinum.

 

Støðan í oddinum:

1. Silas Eyðsteinsson 6,5

2. Sjúrður Olsen 5,5

3. Eli W. Finnsson 4,0

4. Rúni T. Jacobsen 4,0

 

Satt oddabrak verður í seinasta umfarinum, leygardagin, tá Silas hevur hvíta fólkið ímóti Sjúrða.

 

Høgni Egilstoft Nielsen økti um leiðsluna í Almenna bólkinum og er á odda við 6,5 stigum, heilt stig fremri enn Jákup á Rógvu Andreasen, ið hevur 5,5 stig. Jón Mikkelsen er á bronsuplássinum við 4,5 stigum.

 

Fylgið FM í Vestmanna á: www. faroechess.com.

 

Til ber eisini at fylgja telvingini á staðnum, í Vestmanna skúla.