Talan var um favoritt sigur, tá ið Føroyar í dag telvaðu ímóti Belgia. Belgiska liðið var favorittur, tí Belgia er roknað at vera nummar 16, og Føroyar eru roknaðar at vera nummar 34. Og Belgia vann. Úrslitið var 3-1.
Helgi Dam Ziska á fyrsta borði og Høgni Egilstoft Nielsen á øðrum borði megnaðu javnleik, meðan Rógvi Egilstoft Nielsen á triðja borði og John Arni Nilssen á fjórða borði taptu.
Styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er hægri enn styrkistalið hjá belgiska mótstøðumanninum IM Mher Hovhannisyan. Styrkistølini hjá hinum føroysku telvarunum eru lægri, enn tey eru hjá belgisku mótstøðumonnunum.
IM Mher Hovhannisyan (2495) – IM Helgi Dam Ziska (2523) ½ - ½
IM Steven Geirnaert (2449) – FM Høgni Egilstoft Nielsen (2300) ½ - ½
IM Thibaut Vandenbussche (2421) – FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2275) 1-0
IM Stef Soors (2394) – IM John Arni Nilssen (2274) 1-0
Føroyar eru á 34. plássi við 4,0 dystarstigum, og Belgia er á 32. plássi við 5,0 dystarstigum. Danmark er á 33. plássi við 4,0 dystarstigum, og Ísland er á 30. plássi við 5 dystarstigum.
Russland er fremst við 13 dystarstigum eftir 7 umfør. Frakland, Aserbadjan, Armenia, Georgia og Ungarn hava 10 dystarstig.
Fremsta norðurlandið er Noreg, sum við 8 dystarstigum er á 15. plássi. Svøríki er á 20. plássi við 7 stigum, og Finnland er á 23. plássi við 6 dystarstigum.
8. og næstsíðsta umfar verður í morgin klokkan 15. Tá fara Føroyar at telva ímóti Danmark.
Kappingin endar sunnudagin.








