Fótbóltur
FC Hoyvík - fyrrverndi Fram - sum fyri fyrstu ferð síðani 1990 skal royna seg í næst fremstu deildini, hevur gjørt avtalu við Helga L. Petersen og Finn Mørk, um at hesir skulu venja mansliðið hjá felagnum í 2009.
Bæði Helgi og Finn vóru í fjør týðandi partar av liðnum hjá Fram, sum í tryggum stíli vann sær uppflyting úr 2. deild. Í tí førinum við John Eystberg sum venjara.
Teir báðir nýggju venjararnir verða eisini báðir spælandi venjarar í 2009. Helga L. Petersen munnu tey flestu kenna frá árum hansara sum partur av liðnum hjá ávikavist NSÍ og Víkingi, umframt at hann í fleiri ár eisini var partur av føroyska A-landsliðshópinum.
Finn hevur sína fótbóltsuppaling í B36, har hann eisini hevur verið partur av hópinum kring best mansliðið, men hann hevur eisini roynt seg hjá B68, umframt at hann lestrarárini í Danmark var partur av liðnum hjá ÍF Føroyum.