Innroknað í sigursrøðina er sera spennandi og dramatiska uppgerðin seinnapartin í gjár, tá Helgi basti argasta kappingarneytanum, IM Erik Blomquist, sum er styrkismettur nummar 1 í U20 bólkinum. Talvið vardi í heilar 4 tímar, áðrenn sviin mátti ásanna tapið. Helgi var nakað kroystur ta einu løtuna, men fann sera hegnisliga røttu leikirnar í tíðarneyðini.
Í 3. umfari fyrrapartin kom enn ein tryggur sigur til høldar ímóti íslendinginum Atla Fleyr Kristiansson.
Í U16 bólkinum er Rógvi Egilstoft Nielsen av álvara komin í gongd, tá hann fyrrapartin vann og sostatt hevur 2 stig av 3 møguligum og er væl við í kappingini. Hinvegin mátti bróðurin, Høgni Egilstoft Nielsen, lúta - í føroyauppgerðini - ímóti Heðini Gregersen, úr Klaksvík.
Telvað verður í 5 aldursbólkum ? U20, U16, U14, U12 og U10 ? har hvørt Norðurlandið verður umboðað við 2 telvarum hvør.
Fjórða umfar verður telvað seinnapartin kl. 15.00 í Norðurlandahúsinum. Síðani verða 2 tey seinastu umførini telvað leygardagin, tá kappingin endar.
Til ber at fylgja telvingini LIVE umvegis alnótina, umframt at úrslit, støður og endaði talv verða løgd út á heimasíðu Talvsambandsins: www.faroechess.com.