Helgi Dam Ziska vann í dag seinasta talvið í danmarksmeistarakappingini og endaði sum næstbesti telvarin í kappingini.
Davor Palo, sum er stórmeistari, vann DM, eftir at hann í gjár basti Helga Dam Ziska í avgerandi talvinum teirra millum. Í dag fekk Palo remis í sínum talvi, og hóast Helgi vann sítt talv, var Palo hálvt stig framman fyri Helga.
Helgi Dam Ziska, sum hevur heitið altjóða meistari, fekk 6 stig í DM, men hann manglaði eitt hálvt stig í at fáa ein norm til stórmeistaraheitið.
(Mynd: Dansk Skak Union)