Besti føroyski telvarin, Helgi Dam Ziska, er ikki við í kappingini um FM, sum í vikuni er á Argjum. Tað vil ikki siga, at hann heldur frí frá telvingini í hesum døgum. Als ikki.
Meðan landsmenninir heima á landi stríðast um FM, luttekur Helgi Dam Ziska í kappingini um DM, og har stendur hann seg ógvuliga væl! Danskir miðlar siga hann vera sera væl fyri, og teir rokna hann at vera ein av fimm, sum hava møguleika at vinna kappingina. Tað er vorðið sum avrik. Allir telvararnir uttan ein hava styrkistal omanfyri 2400. Hægsta styrkistalið í FM kappingini er tað hjá Olafi Berg 2272.
6. umfar var á skránni í gjár, og tá vann Helgi á Allan Stig Rasmussen, sum er fyrrverandi danskur meistari. Styrkistalið hjá Allan Stig Rasmussen er 2500, og tað hjá Helga Dam Ziska er 2461.
Tað verður kappast í Helsingør, og undan 7. umfari, sum teir fóru undir klokkan 13 í dag, er Helgi á odda í kappingini! GM Davor Palo og Helgi Dam Ziska eru fremstir við 4,0 stigum. Helgi hevur vunnið tvey talv og tvær ferðir er tað endað javnt. Styrkistalið hjá GM Davor Palo er 2545.
Í dag telvar Helgi ímóti Dara Akdag, sum hevur styrkistalið 2254, og sum burturúr seks teimum fyrstu umførunum hevur vunnið tvey stig við sigrum í 5. og 6. umfari.
Tað eru tíggju luttakarar í landsliðsbólkinum. Allir telva ímóti øllum, og kappingin heldur fram inntil 2. páskadag.