Helgi ímillum teir bestu

- Hann prógvar hvussu gløggur hann er, sigur venjarin í Odder um Helga H. Hoydal.

Odder við Helga H. Hoydal á liðnum heldur fram við sigursrøðini í næstbestu donsku deildini. Leygardagin vann Odder fjórða sigurin út av fýra møguligum, tá ið teir vóru farnir til Sælands á vitjan hjá Fríða Weyhe og teimum úr Frederikshavn FI.


Dysturin endaði 26-23 til Odder eftir at teir eisini høvdu hálvleiksleiðsluna, sum var 13-12. Føroyingarnir vóru báðir eyðsýndir í dystinum. Fríði Weyhe skeyt tvey mál, meðan Helgi H. Hoydal var ímillum toppskjúttarnar hjá Odder við fýra málum.


Odder er einasta liðið við fullum stigatali eftir fýra dystir og er einsamalt oddalið. Frederikshavn FI hevur tvey stig fyri fyrstu fýra dystirnar.


Horsens Folkeblad skrivar, at Helgi H. Hoydal var ein av bestu spælarunum á vøllinum hjá Odder hendan dystin. Eisini venjarin hjá Odder, Jacob Knudsen, hevur rósur at bera Helga.


- Matias Damgaard hevði ein avgerandi leiklut, meðan Helgi H. Hoydal vísti hvussu flytbarur og gløggur leikari hann er, sigur venjarin við Horsens Folkeblad.