Helgi millum 64 teir bestu í snartalvi

Seinnapartin fríggjadagin kom sterki føroyski telvarin Helgi Dam Ziska aftur til heimlandið eftir drúgva og spennandi Íslandsferð

Talv

Reykjavík: Í farnu viku var Helgi fyrst við í talvkappingini Reykjavik Open, og har stóð hann seg sera væl.
Hetta var kortini ikki nóg mikið hjá Helga, sum vildi líkasum fáa alt við: Ein snarkapping var somuleiðis á skránni.
Eftir stóru kappingini var boðið til snarkapping í talvi, og hesa vildi Helgi eisini fáa við, tá hann nú kortini var í økinum.
Í hesi kappingini endaði Helgi millum 64 teir bestu telvararnar, av teimum íalt 200 luttakarunum í kappingini.
Skipað varð soleiðis fyri, at teir 32 sum stóðu seg best kappingini komu víðari í finaluumfarið. Men so langt kom Helgi kortini ikki, tí hann mátti lúta fyri ísraelska stórmeistaranum Sergey Erenburg sum hevur eitt styrkital uppá 2573.
Tað var kortini ein sera væl nøgdur Helgi sum lendi í Vágum seinnapartin fríggjadagni
- Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið í Reykjavík, segði hann við Sosialin.
Í sama viðfangi fekk hann handaða eitt stórt blómutyssi við tveimum stórum greinum, sum vóru prýddar til dagin og høvið - onnur hvít og hin svørt.
Spurningurin er nú, nær hann skal royna seg næstu ferð. Ein FM-kapping verður í øllum førum á páskum.
Um ikki annað kemur á skránna áðrenn tað, verður hetta næsta kappingin hjá honum.