Framsýning
21. apríl fuglfirðingurin Helgi Midjord upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Talan er um framsýning við acryl- og høggmyndum, sum Helgi hevur málað og teknað, síðani barnaárini.
Undan hesum hevur Helgi verið partur av fleiri varmakelduframsýningum, og eisini hevði hann eina framsýning í Riberhúsi í fjør.
Tá framsýningin letur upp, fer Helgi sjálvur saman við MC Restorff at spæla og syngja nøkur løg, soleiðis at talan kann gerast um eina uppliving, sum ikki bara snýr seg um myndlist.