Helgi L. Petersen borgarstjóri í Runavík

Helgi Lamhauge Petersen verður virkandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu næstu tvær vikurnar, nú borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen fer uttanlands í summarfrí.

 

Fyrsta ferðin at Helgi stillaði upp var til kommunuvalið í 2012. Hann varð uppstillaður á stóra borgaralistanum, sum fekk 8 av 11 býráðslimum valdar seinast. Á valinum gjørdist hann nummar trý í atkvøðutali og fekk 158 persónligar atkvøður. Framman fyri hann vóru Magnus Rasmussen og Tórbjørn Jacobsen valdir. Hesir báðir seinru gjørdust ávikavíst borgarstjóri og varaborgarstjóri, táið nývalda býráðið skipaði seg fyri valdsskiftið ársskiftið 2012/2013.

 

Runavíkar býráð varð umskipað á nýggjárinum í ár. Borgarstjórin Magnus Rasmussen hevði frammanundan løgtingsvalinum í fjør boðað frá, at varð hann valdur løgtingsmaður, fór hann at siga borgarstjórasessin frá sær. Hetta hevði við sær, at Tórbjørn Jacobsen gjørdist borgarstjóri og Helgi Lamhauge Petersen varð valdur varaborgarstjóri. Hetta hevði eisini rokeringar við sær í nevndarbýtinum, sessirnir fylgdu flytingunum, soleðis er Helgi nú formaður í teknisku nevndini. Harumframt er hann formaður í nevndini fyri Nes Sóknar Musikkskúla, næstformaður í stýrinum fyri Kongshavnar havnastýri, limur í nevndini fyri Forna, limur í skúlastýrinum á Skála og í staðbundnu nevndini í Funningi.

 

Helgi Lamhauge Petersen er føddur 5. apríl 1978. Hann er slektaður úr og uppvaksin í Rituvík, men býr nú í Runavík. Dagliga yrki hansara er at vera deildarstjóri fyri privat- og pensiónstryggingar í stóra tryggingarsamtakinum Tryggingarfelagið Føroyar. Tey flestu kenna hann helst eisini frá fótbóltinum. Mest sum ídnan framherja og málskjútta hjá NSÍ í mong ár, eitt skifti leikti hann eisini við GÍ, og 6 A-landsdystir er hann eisini noteraður fyri. Seinru árini hava vit eisini hoyrt hann sum viðmerkjara bæði hjá Rás2 og Sjónvarpinum. Farin av besta fótbóltsaldri er hann nú farin at telva av álvara, og hevur umboðað Tofta Talvfelag í onkrari kapping.

 

Helgi verður virkandi borgarstjóri fram til mánadagin 15. august. Hevur onkur átrokandi ørindi til Runavíkar kommunu ber til at ringja til virkandi borgarstjóran á 221014, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.