Helgi komin á talvuna

Í gjár eydnaðist tað Helga Dam Ziska at vinna í EM kappingini í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er í Dredsen í Týsklandi. Helgi vann við svørtum ímóti Paul Johansen úr Noregi. Hetta var í 2. umfari, og Helgi hevur eitt stig. Í fyrsta umfari tapti hann ímóti russiskum stórmeistara.

Stóra avbjóðingin hjá unga føroyinginum er at fáa úrtøku ímóti teimum, sum hava hægri styrkistal enn Helgi. Í dag verður nýggjur møguleiki fyri hesum. Í triðja umfari skal Helgi seinnapartin í dag við hvítum telva ímóti stórmeistaranum Bartlomiej Heberla úr Póllandi. Hesin hevur eins og Helgi fingið eitt stig burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum. Styrkistalið hjá pólverska stórmeistaranum er 2533. Styrkistalið hjá Helga er 2389.