talv
Klaksvík International í talvi, sum í hesi vikuni er í Leikalund í Klaksvík, var hálvrunnin í gjárkvøldið. Állir seks telvararnir hava nú dystast eina ferð ímóti hvørjum øðrum, og í dag klokkan 14 varð farið undir seinna helmingin av kappingini, sum endar sunnudagin.
Stóri spenningurin er, um tað skal eydnast Helga Dam Ziska at røkka 6,5 stigum og harvið so mikið høgum styrkistali, at hann kann bera heitið altjóða meistari, IMari, sum hann annars longu hevur vunnið sær rætt til í trimum kappingum.
Helgi Dam Ziska var tann einasti, sum fekk fulla úrtøku í 5. umfari. Helgi vann við hvíta fólkinum á Martini Poulsen. Talvini ímillum IM Jens Ove Fries-Nielsen-GM Henrik Danielsen og IM Emil Hermansson-Hans Kristian Simonsen endaðu remis.
Um Helgi Dam Ziska skal røkka málinum, sum undan kappingarbyrjan var 6,5 stig, so skal hann í fimm teimum seinastu umførunum vinna 3,5 stig. Um hann í seinnu helvt av kappingini fer at vísa tað støðið, sum hann hevur verið á tveir teir seinastu dagarnar, so er vón fyri, at tað fer at bera til at røkka málinum.
At málið er 6,5 stig kemst av, at hetta stigatalið ber við sær, at styrkistalið hjá Helga fer upp á 2400. Tað er hetta talið, sum telvarar skulu røkka fyri at hava loyvi at bera IM-heitið.
Í 6. umfari í dag er skráin henda: Hans Kristian Simonsen-Helgi Dam Ziska, IM Emil Hermansson-IM Jens Ove Fries-Nielsen og Martin Poulsen-GM Henrik Danielsen.