Helgi heldur frí í dag

Fyrstu leikirnir í níggjunda og síðsta umfari í EM í talvi verða fluttir klokkan 11

Nú klokkan 11 verða fyrstu leikirnir fluttir í níggjunda og síðsta umfari í EM í talvi, sum seinastu stóru vikuna hevur verið í Reykjavík. Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar eru við í kappingini, og ivaleyst lutfalsliga størsta úrslitið var tað, tá ið tað í gjárkvøldið endaði remis ímóti Danmark.

Merkisvert er tað, at fremsti føroyski telvarin, Helgi Dam Ziska, er ikki á føroyska liðnum í dag. Í gjárkvøldið vann hann á danska meistaranum GM Suna Berg Hansen, men í dag heldur Helgi frí. Hann hevur annars verið við í øllum hinum átta umførunum, og úrtøkan hevur verið 4 ½ stig.

Føroysku telvararnir sita í dag yvir av Eysturríki, sum er á 26. plássi og var styrkismett sum nummar 16. Eysturríki hevur 5 dystarstig. Tað hava Føroyar eisini, men Føroyar eru á 34. plássi. Hetta er sama plássið, sum Føroyar vóru styrkismettar at vera. 

Umframt Eysturríki og Føroyar hava Danmark, íslendsku legendurnar og Belgia 5 dystarstig. Skotland er næstaftast við 3 stigum, og Kosovo er aftast við 2 stigum.

Undan síðsta umfari er Noreg fremsta norðurlandið við8 stigum, Svøríki, Finnland og Ísland hava 7 stig,  og Danmark og Føroyar hava 5 stig.

Russland er á odda við 14 stigum, Ungarn hevur 12 stig, og Frakland, Armenia, Georgia, Týskland og Niðurlond hava 11 stig.