Helgi er at kalla heimskendur fyri sín heilt annarleiðis stíl, sum at kalla bert hann ger. Sniðgevur tin-lutir – ofta størri og minni vasar ella veggjaprýði ella landsløg, sum hann so hitar part av og fær fam eina serstaka smeltaða flatu, ið hevur eitt heilt serligt litspæl.
Framsýningar við hesum tin-lutum hava verið í fleiri enn 60 londum - teirra millum Australia, runt um í Europa og víða um í USA. Helgi hevur arbeitt nógv í Noregi og Danmark, og hevur hann eisini heimasíður við og um sína list í hesum londum, har hann eisini hevur havt síni verkstøð, har hann kýtur seg við sínum sjálvsama handverki og kynstri.
##med9##
Helgi er sonur Óla á Eiðnum, kallaður, sum var skipari á lagnuferðini hjá Fossanes í 1938.
Í DANSK SØULYKKE-STATISTIK FRA 1938, UDGIVET AF MINISTERIET FOR HANDEL, INDUSTRI OG SØFART, stendur at lesa um 330 skip, sum hava verið fyri ymsum hendingum, ið hava ført til sjóforhoyr:
”Nr. 106. 3m M/Sk. Fossanes af Klaksvig, 153 Reg. T. Br. Bygget 1931 af Eg, Bøg og Fyr.
##med2##
Paa Rejse fra Vestmannøerne til Fiskeplads i Atlanterhavet. Borteblevet i Marts 1938 i Atlanterhavet; 19 Omkomne.
Forlisanmeldelse det. Klaksvig d. 25/6 38. Søforhør i Klaksvig d. 9 /1 39. D. 3 /3 Kl. 1700 saas F. under en VSV.-lig Orkan liggende underdrejet ca. 2 Sm. SSV. af Bygden paa Vestmannøerne.
##med3##
Da der siden intet er set eller hørt til Skibet, maa det antages at være forlist med Mand og Mus. Anm. Skibets Besætning bestod af: Ole Martin Joensen, Meinhard Johannesen, John Reid Joensen, Thomas Johannesen og Thormund Johannesen, alle af Klaksvig, Jacob E. Jacobsen af Kvalvig, Morten 22 Holm af Arge, Jon Magnussen og Gudmundur Gudmundsson begge af Havnafjord (Island), Simon Niclasen af Gjov, Joen Peter Lervig, Karl Jacob Toftenæs, Theodor Lervig og Absalon Vatnhamar, alle af Lervig, Aksel Dahl af Andefjord, Joen Pauli Høgnesen af Sydregøte, Joen Peter Petersen af Nordøre, Aksel Lervig af Porkere og Poul Erik Samuelsen af Stykket”.
Óli Joensen og John Reid Joensen vóru brøður.
Helgi Joensen var í Klaksvík 4. juni 2018, tá ið hann lat upp framsýning, eisini í gamla Seglhúsinum. Tá handaði hann eina lanternu til býráðið, og segði at hetta var lanterna, sum ein íslendskur bátur hevði fingið í gørnini, og at hetta var lanternan av tí sokna Fossanes.
##med4##
Hann vildi, at henda lanternar kom aftur til Klaksvíkar, tí hann kom neyvan aftur sjálvur, segði hann. Helgi er nú 88 ára gamal.
Sum sagt, lat hósdagin enn ein framsýning upp við heili 56 verkum eftir Helga, og er hon opin heilt fram til hálvan januar 2021.
##med5##
Karl Heri Jonensen á skúabonk
Væl av fólki hevði leitað sær til framsýningina, og var tað kanska serliga Karl Heri Jonensen, sum greiddi frá og visti at siga frá.
Karl Heri ætlar at lyft arvin eftir Helga. Hann hevur verið á verkstaðnum hjá Helga í Brønderslev í norður Jútlandi í tveimum umførum í heyst, har Helgi hevur latið upp fyri kynstri sínum.
Tað frættist aðrar vegir frá, at Karl Heri var lærulættur, næmur og kom skjótt eftir kynstrinum.
##med6##
Hann ætlar at vera trúgvur móti sniðgevingini og serliga mátanum at viðgera tinið uppá. Men ivaleyst verða onkur eyðmerki, sum kunnu síggjast frá hondum Karl Hera eisini.
##med7##
Og Karl Heri tykist ganga plankan út! Hann hevur keypt navnið ella brandið, "Helgi Joensen" og kann hann gera sær dalt av øllum kontaktunum hjá Helga og teimum mongu gallarínum, Helgi hevur havt samskifti og samarbeiði við.
##med8##
So tað tykist sum, at hetta serstaka handverkið enn verður hildið við líka av einum dugnaligum handverkara og listamanni úr Gerðum, Karl Hera Joensen.
Spennandi verður at fylgja við hvussu leikur fer. Higani verður ynskt bestu eydnu!




















