Helgi fekk gott úrslit í fyrsta HM-talvinum

Helgi fekk við svarta fólkinum javnt ímóti telvara nummar 22 í heiminum

Í hesum døgum luttekur Helgi Ziska Dam í HM-kapping fyri einstaklingar. Hann er fyrsti føroyingurin, sum luttekur í kappingini, og samanlagt eru bert fýra norðurlendingar við hesaferð.

Kappingin er skipað soleiðis at byrja við, at telvarar frá sterka endanum á styrkilistanum møta telvarunum frá veikara endanum. Teir telva tvey talv, og vinnarin fer víðari í kappingini, meðan taparin fer út.

Mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska er 30 ára gamli superstórmeistarin Teimour Radjabov úr Aserbadjsan, sum er styrkismettur sum nummar 22 í heiminum, og sum gjørdist stórmeistari longu sum 14 ára gamal.


Helgi hevði svarta fólkið í fyrsta talvinum teirra millum, og hann megnaði at fáa javnleik. Í morgin skulu teir telva aftur, og tá hevur Helgi hvíta fólkið. Vinnarin av talvinum í morgin fer víðari í kappingini. Um talvið endar javnt, skulu Helgi og Radjabov telva kviktalv og snartalv fyri at avgera dystin.


– Hann er ein sera sterkur telvari, men eg havi ein kjans. Tá ið tað eru tvey talv, so kann tað verða, at vit kunnu fáa tvey jøvn talv, og so skulu vit telva kviktalv og snartalv fyri at avgera. Um vit koma so langt, verður mín møguleiki at vinna størri, tí í kviktalvi og snartalvi er tíðin styttri, og tá kann alt henda, sigur Helgi Dam Ziska.

– Hann er nummar 22 í heiminum, eg eri nummar 500, so tað er munur á. Eg havi 20 prosent møguleika at vinna, og fyrst og fremst taki eg hetta sum eina uppliving, sigur Helgi Dam Ziska.