Klokkan 11 í morgin, páskaaftan, verður farið undir síðsta umfar í FM kappingini fyri einstaklingar, sum hesa vikuna er í Løkshøll í Runavík.
Undan síðsta umfari er GM Helgi Dam Ziska eitt stig undan fremsta avbjóðaranum, sum er Høgni Egilstoft Nielsen.
Í dag endaði tað remis, tá ið Helgi Dam Ziska og John Rødgaard hittust, meðan Høgni Egilstoft Nielsen vann ímóti Martini Poulsen.
Úrslitini í dag bera við sær, at Helgi heilt víst tryggjar sær FM í morgin, um hann vinnur eitt hálvt stig ímóti Martini Poulsen. Um tað skuldi verið soleiðis, at Martin Poulsen í morgin vinnur ímóti Helga Dam Ziska, og Høgni Egilstoft Nielsen vinnur ímóti John Rødgaard, so verður FM heitið avgjørt í umdysti.