Helgi er føroyameistari

Á talvborðunum hevur tað verið friðarligt í Eysturskúlanum, har endaumfarið í FM í talvi fyri einstaklingar er á skránni í løtuni.

Fleiri av talvunum eru endað remis. Eitt av hesum er tað millum Helga Dam Ziska og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Tað ber við sær, at Helgi Dam Ziska hevur tryggjað sær FM fyri fyrstu ferð, og at Carl Eli Nolsøe Samuelsen er næstfremstur.

Øll hini talvini í landsliðsbólkinum eru eisini endað við remis:

Rani Nolsøe-Herluf Hansen

Finnbjørn Vang-Torkil Nielsen

Hans Kristian Simonsen-Ólavur Simonsen

Olaf Berg-Martin Poulsen

 

Endaliga úrslitið

1: IM Helgi Dam Ziska 7,5

2: Carl Eli Nolsøe Samuelsen 6,5

3-4: Ólavur Simonsen og Olaf Berg 5,5

5-7: Herluf Hansen, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen 4,0

8: Torkil Nielsen 3,5

9: Finnbjørn Vang 3,0

10: Rani Nolsøe 1,5