Helgi endaði hálvt stig frá málinum

Úrtøkan burturúr tveimum teimum síðstu umførunum var eitt hálvt stig, og harvið endaði Helgi Dam Ziska eitt hálvt stig frá málinum, sum hann undan EM hevði sett sær

talv

Tað eydnaðist ikki Helga Dam Ziska at røkka málinum, sum hann undan EM kappingini hevði sett sær. Helgi hevði sett sær fyri at røkka 50 prosentum í úrtøku. Tað vil siga 5,5 stigum í ellivu umførum.
Tá ið tað endaliga varð gjørt upp í gjárkvøldið var úrtøkan hjá Helga Dam Ziska 5,0 stig. Buturúr tveimum teimum seinastu umførunum fekk Helgi í alt 0,5 stig.
Fríggjadagin tapti Helgi ímóti enska stórmeistaranum Peter Wells, og í gjár endaði talvið ímillum Helga, sum sat við hvíta fólkinum, og týska Patrick Zelbel javnt. Styrkistalið hjá týskaranum var 2144, meðan styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2389.