Talv
Hetta varð staðfest í Grand Prix Finaluni í dag, tá 10. og seinasta Grand Prix kappingin í hesum umfarinum varð telvað í hølum Havnar Telvingarfelags.
Kappingin er skipað soleiðis, at 5 tær bestu kappingarnar verða taldar saman til tess at finna samlaða vinnaran.
Tá drigið varð samanum, var Helgi eirindaleysur - vann dagsins kapping - og vann samlaðu kappingina við heili 34 Grand Prix stigum, eittans stig frá fullum stigatali. Talan gjørdist um samanlagt 4 sigrar og eitt deilt 1. pláss, sæð yvir 5 tær bestu kappingarnar.
Kappingin var sera hørð um 2. og 3. plássið. Finalan var avgerandi fyri, hvørt tað gjørdist Finnbjørn Vang ella John Rødgaard sum vunnu 2. plássið í kappingini. Hóast enn ein javnleik í móti Helga í grand prix høpi, snávaði Finnbjørn í hesi orrustuni, tá feðgarnir úr Sandavági, Torkil Nielsen og Rógvi E. Nielsen, steðgaðu jaligu gongdini. IM John Rødgaard gjørdist harvið nr. 2 - eitt úrslit av einari sera góðari Grand Prix orrustu 2008/09.
Grand Prix endastøða (5 tær bestu kappingarnar av 10):
IM Helgi Dam Ziska 34,0 GP
IM John Rødgaard 25,5
Finnbjørn Vang 24,2
Rógvi E. Nielsen 23,7
Torkil Nielsen 20,3