Í gjár kom IM Helgi Dam Ziska eitt sindur nærri málinum, sum hann hevur sett sær at røkka í EM kappingini í talvi fyri einstaklingar. Málið er at fáa 50 prosent í úrtøku burturúr teimum ellivu umførunum. Eftir níggju umfør hevur Helgi 4,5 stig. Tvey umfør eru eftir, og um Helgi í dag og í morgin megnar at fáa eitt stig burturúr, so verður samlaða úrtøkan tann, sum hann undan kappingini setti sær fyri at náa.
Í gjár hevði Helgi hvíta fólkið ímóti slovakiska IMaranum Tomas Petrik, sum hevur 2522 í styrkistali. Talvið endaði remis.
Í dag fer Helgi at sita við svarta fólkinum. Styrkistalið hjá Helga er 2389. Yvirav honum fer í dag at sita eingilski stórmeistaran Peter Wells. Styrkistalið hjá honum er 2499, og úrtøkan hjá honum í kappingini higartil er 4,5 stig ella nett sama úrtøka, sum Helgi hevur rokkið.
EM kappingin í talvi fyri einstaklingar er í Dresden í Týsklandi. Fyrstu leikirnir í 10. umfari verða fluttir klokkan 15 í dag.
11. og síðsta umfarið verður á skránni í morgin.
Einsamallur á odda eftir níggju umfør er ukreinski stórmeistarin Andrei Volokitin, sum hevur 7,0 stig. 21 telvarar hava vunnið 6,5 stig.










