Helgi Abrahamsen má taka um endan

– Annars fáa vit aldrin bilbukt við trupulleikanum

Helgi Abrahamsen má taka um endan

 

– Annars fáa vit ikki bilbukt við trupulleikanum

 

Skulu vit av álvara hava bilbukt við trupulleikanum, sum nógv fólk hava larmi frá skipum, má tað vera landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, sum tekur um endan.

Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík við útvarpsrásina, FM1, í gjár.

Tað er ofta, at fólk gremja seg um, at tey fáa ikki náttarfrið fyri larmi frá skipum, sum liggja við bryggju, og hetta ger seg ikki minst galdandi í Klaksvík.

Men jógvan Skorheim sigur, at skal trupulleikin loysast, má tað vera Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, sum tekur stig til tað.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví hann hevur hetta sjónarmiðið, og hví hann heldur, at kommunurnar ikki kunnu gera nakað sjálvar.