Eftir næstan 28 ár í Fólkatinginum hevur tann konservativi Helge Adam Møller valt at gevast í politikki.
-Eg havi valt at gevast nú, tí í seinastuni havi eg fingið trupulleikar við heilsuni, so eg kenni meg ikki føran fyri at røkja tað politiska arbeiðið til lítar, skrivar tann 67 ára gamli Helge Adam Møller í tíðindaskrivi.
Helge Adam Møller er fyrrverandi hermaður og majorur í danska herinum, og hann er kendur sum ein tann fremsti talsmaðurin hjá donsku verjuni.
Hann hevur verið formaður í konservativa tingbólkinum tvey skifti.