Helga og tær vunnu

Fótbóltur: Rødovre vann aftur

FÓTBÓLTUR: Kvinnuliðið hjá Rødovre vann sín dyst um vikuskiftið. Tær spældu mói Kolding, og liðið hjá Helgu Ellingsgaard vann 3-1.

Rødovre liggur tó væl aftanfyri oddin, har tær undan kappingini settur sær mál at verða við.

Meistaraliðið HEI hevur framvegis fult stigatal, og eftir 10 dystir er tað sostatt vorðið til 30 stig hjá teimum. Rødovre hevur 18 stig.