Martin Næs er nývaldur í stýrið fyri Listastevnuna. Umboðsráðsfundur var í síðstu viku
Umboðsráðsfundur var í Listastevnu Føroya 1. oktober. Á skránni var regluligt skifti í formansskapinum, eins og val av nýggjum limi í stýrið fyri Listastevnuna.
Í Umboðsráðnum fyri Listastevnu Føroya eru umboð fyri: LISA, Felagið Føroysk Tónaskøld, Felagið føroysk Myndlistafólk, Leikarafelag Føroya, Leikpallur Føroya, Føroya Blaðmannafelag, Rithøvundafelag Føroya, Arkitektafelag Føroya, Kórsamband Føroya, Føroya Tónleikarafelag, Føroyskir Yrkisfotografar, Dansifelagið Sláið Ring, Listasavn Føroya, Føroya Symfoniorkestur, Føroya Fornminnissavn, Føroya Landsbókasavn, Fróðskaparsetur Føroya, Stýrið fyri Norðurlandahúsið og Tórshavnar Býráð.
Hetta farna skeiðið hevur Tórshavnar Býráð havt formansskapin. Nú er formansskapurin aftur í Norðurlandahúsinum, soleiðis at Karin Kjølbro, sum er formaður í Stýrinum fyri Norðurlandahúsið, nú er formaður í Umboðsráðnum fyri Listastevnu Føroya. Samstundis verður stjórin í Norðurlandahúsinum Helga Hjörvar for-maður í Listastevnustýrinum.
Á skránni fyri Umboðsráðsfundin var eisini val av einum limi, at umboða Ráðið í Stýrinum. Valdur varð Martin Næs, landsbókavørur og rithøvundur.
Varamaður hansara gjørdist Martin Mouritsen, Musikkskúlaleiðari.
Í Stýrinum fyri Listastevnu Føroya sita nú: Helga Hjörvar, formað-ur, Birgir Kruse, næst-formaður, Jenny Petersen og Martin Næs.
Listastevnan 2003 verður hildin í døgunum 7.-17. august. Samskip-ari er Oddvá Nattestad.