Framsýningin, ið letur upp tann 13. apríl 2025 kl. 16.00, bjóðar vitjandi á eina ferð inn í eitt abstrakt univers av rørslu og litum.
Hetta er ein møguleiki at uppliva tað visuella málið, ið sprettir úr tí dreymakenda hugaheimunum hjá Helgu.
Við bæði oljumálningum á lørift og mixed media-verkum á pappír – arbeiðir Helga Djurhuus við litum, rørslu og teksturi.
Við síni visuellu eksperimerandi tilgongd er hennara myndamál í støðugari broyting, og framsýningin speglar tað stað, hon sum listakvinna er í júst nú.
Helga Djurhuus er fødd í 1989, uppvaksin í Havn og hevur útbúgving innnan visuelt design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn.
Hon arbeiðir sum fulltíðar listafólk og hevur verið við í fleiri spennandi framsýningum seinastu árini.
Framsýningin er opin frá 13. apríl til 4. mai 2025 í Gallarí Havnará, og øll eru hjartaliga vælkomin til ferniseringina 13. apríl kl. 16.00.