Í bakandi sól varð Ólavssøkan 2002 sett sjálva Ólavssøkuaftan. Nógv fólk vóru savnaði saman til setanina, og saman við skrúðgonguni varð enn eina ferð skjøtul settur á tjóðarhátíð okkara.
Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi landsstýriskvinna, flutti fram setanarrøðuna. Hon byrjaði røðuna við at umrøða sjálva hátíðina, sum enn einaferð hevði savnað so nógvar føroyingar á sama staði.
Við hvør sínari søgu og hvør sínum dreymum stevna føroyingar til Havnar at halda Ólavssøku. Og á Ólavssøku er eisini pláss fyri øllum, helt Helena.
- Hetta eru dagar, sum binda okkum saman. Hetta eru dagar, tá tað sum skilur okkum sleppu at bíða. Hetta eru dagar, ið skulu vísa okkum vegin fram. Ólavssøkan er ikki bara ein skái, segði Helena millum annað í byrjanini av røðuni.
Standa saman
Helena nýtti eisini høvi til at minna okkum føroyingar á, at tjóðin Føroyar ikki er nøkur sjálvfylgja. Tí eiga vit eisini at halda fast við okkara túsund ára gomlu søgu og mentan, umframt at vit eisini líta frameftir.
- At standa saman sum fólk merkir ikki, at vit øll skulu vera eins ella hava somu meiningar. Tað merkir, at vit standa saman um at tryggja, at vit vinna øll ty rættindi, sum ein natión hevur rætt til. Standa saman um at tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu vera ymisk, fjølbroytt og fræls, og at pláss er fyri øllum ? serstakliga teimum, sum av ymsum ávum fingu tað trupult, segði Helena í røðuni.
Hetta eru virði, sum, sambært Helenu, saman mynda okkar samleika.
- Tað er eingin sjálvfylgja, at tað er so. Hetta er ein gáva og ein uppgáva ? hvønn einasta dag. Hjá tær og hjá mær ? og sjálvandi eisini hjá okkara politisku leiðslu, førdi Helena fram.
Eisini søgan hjá Føroya Løgtingið fekk nøkur orð á vegnum.
- Tað er skyldan hjá okkum øllum at standa á varðhaldi um aldargamla Føroya Løgting, demokratiska umboðsstovn okkara, segði Helena.