Helena vitjar skúlar

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fer í næstum á kunningar- og skúlavitjanir í Føroyum og uttanlands, boðar hon frá í skrivi. Høvuðsendamálið við vitjanunum er at kunna seg um og umrøða møguligar broytingar innan okkara skúlaskipan við denti á fólkaskúlan.

Vitjan í Tórshavn

Fyrrapartin týsdagin 29. mars 2011 vitjar landsstýriskvinnan útiflokkin í Tórshavnar Kommunuskúla. Landsstýriskvinnan hevur sett sær fyri at kunna seg um ymiskar royndarverkætlanir, sum fara fram innan fólkaskúlan, og miðar ímóti eisini at vitja á øðrum skúlum í Føroyum, har royndar- og menningarverkætlanir fara fram.

Vitjan í Klaksvík

Mikukvøldið 30. mars 2011 luttekur landsstýriskvinnan á fundi við skúlastýrini á Ósaskúlanum og á Skúlanum á Ziskatrøð. Endamálið er at umrøða samanleggingartilgongdina m.a. vísandi til býráðssamtyktina frá 2007 um at skipa skúlarnar í Klaksvík sum ein skúla innan eitt fimm ára skeið.

Vitjan í Suðri

Fríggjadagin 1. apríl 2011 fer landsstýriskvinnan at tosa við skúlastýrini í Suðri um spurningar í sambandi við at skipa fólkaskúlan í størri eindir ? í sonevnd skúlaøki, og hvussu tær broytingar, sum nú eru skotnar upp í fólkaskúlalógini, kunnu stuðla upp undir hesa gongd. Seinni verður farið til onnur øki í landinum.

Finnland

Norðurlendski fundurin hjá undirvísingarmálaráðharrunum verður í Finnlandi í næstu viku. Í hesum sambandi fer landsstýriskvinnan eisini at nýta høvi til at kunna seg gjøllari um finsku skúlaskipanina, og hvat vit kunnu læra av finnum, ið standa seg sera væl í Pisa-kanningunum.