Helena vil hækka pensjónirnar

Helena Dam á Neystabø vil hava 28 milliónir krónur meira til pensjónir næsta ár, so tey eldru í samfelagnum eisini kenna búskaparligu framgongdina í samfelagnum

Helena Dam á Neystabø hevur lagt broytingaruppskot til fíggjarlógina fyri tingið. Tingkvinnan, sum ikki longur er partur av nøkrum flokki, vil hava 28 milliónir krónur meira settar av til pensjónir.

- Tað er framvegis alt ov stórur munur á, hvørjar umstøður fólk hava á ellisárum sínum. Og tað er heilt greitt, at fólkapensjónistar, sum bara hava sína fólkapensjón at liva av, hava krav upp á eina hækking av inntøkuni, sigur Helena Dam á Neystabø í viðmerkingunum til uppskotið.

Hon heldur, at tað eru eingin tekin um, at landsstýrið ella meirilutin í fíggjarnevndini ætlar sær at hækka pensjónirnar. Í álitinum um fíggjarlógina hevur meirilutin ikki sett nakað uppskot fram, sum kann tryggja eina hækking av pensjónunum, og einki verður heldur sagt um, at landsstýrið hevur í kvittanum at hækka pensjónirnar næsta ár.

Tí tekur Helena Dam á Neystabø sjálv hetta stigið, so tey eldru kunnu fáa hægri fólkapensjón.


Merkja onga framgongd

Helena Dam á Neystbø heldur, at tað er skyldan hjá løgtinginum at tryggja eina hækking í fólkapensjónini, nú allir aðrir føroyingar hava fingið lønarvøkstur. Ella koma tey eldru bara at kenna búskaparframgongdina sum eina stóra byrðu, sigur hon.

Tingkvinnan heldur, at í fyrsta lagi skulu grundupphæddin og viðbøtur hækkast. Harafturat skal munurin millum gift og ógift takast burtur, og eisini skulu pensjónistar hava møguleikan at vinna meira pengar umframt fólkapensjónina. Í dag ber til at forvinna 21.400 krónur, áðrenn pensjónin minkar, men hetta mark skuldi verið einar 50.000 krónur, heldur Helena Dam á Neystabø.

Broytingaruppskotið til fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum verður lagt fram í sambandi við 2. viðgerð av fíggjarlógini.