Johan Dahl, løgtingsmaður hevur kært landsstýriskvinnuna fyri leiklut hennara í sambandi játtanina til stabilisatorararnar á Smyrli
Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur nú kært Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, fyri landsstýrismálanevndini í sambandi við málið um stabilisatorarnar á Smyrli.
Johan Dahl vil hava landsstýrismálanevndina at kanna, um Helena Dam á Neystabø hevur umsitið og handfarið málið á haldgóðan hátt, samsvarandi reglunum um ábyrgd landsstýrismanna.
Hann vísir á, at stjórin á Strandferðsluni longu 14. mai gjørdi greitt, at skipið mátti í dokk og 21. mai var yvirlit yvir kostnaðin, saman við frágreiðing um málið, sent landsstýriskvinnuni.
Málið bleiv eisini nevnt á fundi við fíggjarnevndina, men kortini kom málið ikki við sum játtan á fíggjarlógini.
Men 10 dagar eftir at fíggjarlógin varð samtykt, kom bráðneyðug umbøn til fíggjarnevndina um 8,8 mió. krónur til Smyril.
?Undirritaði metir at landsstýriskvinnan hevur misrøkt sínar skyldur í hesum málinum og heiti eg tí á landsstýrismálanevndina um at taka malið til viðgerðar?, sigur Johan Dahl.