Helena stendur ikki aftan fyri brævið til Gerhard

Helena Dam á Neystabø visti einki um brævið, sum í gjár varð sent til Gerhard Lognberg frá ting- og landsstýrismanning Javnaðarfloksins, sum vildi hava hann at møta upp til arbeiðis á Gamla Apoteki í Havn.

Á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum sigur hon, at hon gjørdist ikki sørt skøkk, tá hon læs á portainum, at hon skuldi havt skrivað undir bræv til Gerhard Lognberg.

- Tað havi eg ikki gjørt! Visti als ikki um hetta skriv. Og eg haldi at hetta var betri ógjørt, sigur hon.

Tað vil siga, at tað eru tey fimm tingfólkini og landsstýrisfólkini Jóannes Eidesgaard og Aksel Johannesen, sum hava sent Gerhardi Lognberg brævið.

Men hon heldur kortini ikki, at tað sømir seg Gerhardi Lognberg at leggja eftir flokki, floksfeløgum og floksformanni í bæði skrift og í talu, soleiðis sum vit í seinastuni hava sæð og hoyrt í fjølmiðlunum.

- Eru so stórar ósemjur, at man hevur brúk fyri at skíra hini fyri svíkjarar og seg sjálvan rætthugsandi ? so skulu tílíkar ósemjur loysast innanhýsis, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur afturat, at framferðarhátturin hjá Javnaðarflokkinum »var ógvuliga óheppin«.