Í seinastuni hevur eitt lagið "Sing my name verið nógv at hoyrt í Føroyum. Lagið er egið, og røddin hjá songkvinnuni, Helenu Murmur, er rættiliga sermerkt. Men hvør er hendan nýggja songkvinnan?
Aftanfyri kunstnaranavnið Helena Murmur goymir seg 22 ára gamla Helena Heinesen Rebensdorff. Helena er hálvur føroyingur og býr vanliga í Keypmannahavn, har hon er fødd og uppvaksin saman við føroysku mammu og danska pápa sínum.
Umframt at spæla tónleik einsamøll, spælir hon eisini saman við øðrum. Helena hevur í fimm ár spælt við í art rock tónleikabólkinum A Job í Keypmannahavn, sum ofta hevur spælt konsertir, eitt nú á kenda keypmannahavnska spælistaðnum Rust. Helena syngur eisini saman við donsk-norsku Amanda Lea Kempf í eini duo, sum tær kalla Electric Mouth. Og so hevur hon eisini sína solo-verkætlan, har hon syngur og spælir síni egnu løg undir navninum Helena Murmur.
Ekstrabladet skrivaðið soleiðis herfyri um eina av konsertunum hjá A Job: "A Jobs unikke art rock sound og originale udtryk trækker på referencer som post-punk, noise rock og power pop, og matcher legende den sarte pop-melodi og de rå energiudladninger. Musikken emmer af stemning, attitude og melodisk og instrumentalt overskud..."
Helena Murmur skrivar lurtivinarligan atmosferiskan, minimalistiskan indiepopp. Tónleikurin hjá henni er fullur av kontrastum, bæði melankolskur og dynamiskur, elektroniskur og akustiskur - og røddin hjá Helenu er vøkur, atmosferisk og droymandi, men kann eisini vera sera kraftmikil. Hon samansetir einfaldar og endurtakandi elektroniskar rútmur og glaðan gittara við melodiskar synth-basslinjur og sernorðurlendskt ræddarspæl. Sangtekstirnir eru eins og tónleikurin, poetiskir og kenslubornir, men eisini í støðum ráir og brutalir.
Helena gongur í løtuni á sangskrivaraskeiði á Københavns Akademi for Musik, Dans og Teater, og droymir um at sleppa inn á eitt av musikkkonservatoriunum í Danmark. Umframt at spæla tónleik, er Helena eisini listakvinna og saman við seks øðrum ungum listafólkum hevur hon eitt gallarí, tey kallað Fatter & Fabrikken á Vesterbro í Keypmannahavn. Hon hevur havt tríggjar framførslur í Føroyum seinastu árini - eina í Steinprent á Skálatrøð og tvær í Sirkus.
Hetta er Facebook síðan hjá Helenu Murmur: www.facebook.com/helenamurmur