Helena fund við danskar ráðharrar

Seinnapartin í dag verða fundir millum landstýriskvinnuna í mentamálum og donsku ráðharrarnar Bertel Haarder og Helge Sander. Á fundinum við Bertel Haarder, undirvísingarmálaráðharra fara tey bæði millum annað at tosa um føroyska luttøku á donsku AMU-skeiðunum, góðkenning av føroyskum vinnuútbúgvingum, samstarv um eina samskiftisskipan til lærlingaútbúgvingina, norðurlendskt samstarv o.a.

Herumframt hevur danski ráðharrin biðið um eina kunning um møguleikarnar fyri eftirútbúgving av lærarum, ið nýggja lærarútbúgvingin leggur upp til.

Fundurin við Helge Sander, sum er ráðharri í vísindi, tøkni og menning, er ein kunnandi fundur, har eisini framtíðar samstarv verður umrøtt m.a. í framhald av tí avtalu, ið landsstýriskvinnan og danski ráðharrin undirskrivaðu í november 2008 um samstarv millum Danmark og Føroyar í sambandi við hægri útbúgvingar og gransking.

Helena Dam á Neystabø heldur, at tað hevur týdning, at londini halda fram at menna samstarvið á útbúgvingar- og granskingarøkinum, og soleiðis styrkja grundarlagið fyri góðkenning av útbúgvingum hjá hvørjum øðrum.

Donsku ráðharrarnir eru í Føroyum í sambandi við ársfundin hjá tingbólkinum hjá Vinstraflokkinum.