Í dag og í morgin er er Helena Dam á Neystabø, lands¬stýriskvinna í mentamálum, á skúla- og stovnsvitjan í Suðuroynni. Undir vitjanini verður eisini fundur við stigtakarar og borgmeistararnar í Suður¬oynni um ein eftirskúla í Hvalba fyri 90 mió. kr.
Endamálið við fundinum er m.a. at lýsa málið gjølla og staðfesta fíggjarliga leiklutin hjá komm¬ununum, soleiðis at landsstýrið kennir allar fortreytir at taka endaliga støðu út frá.
Nú bæði landið og kommunurnar eru í eini svárari fíggj¬arligari støðu, vónar landsstýriskvinan, at til ber at finna semju á fundinum um eina alternativa loysn, sum er bílígari, og sum bæði landið og kommunurnar kunnu arbeiða víðari við.