Undirtøkan til skúlastýrisvalið hevur verið lítil, men landsstýriskvinnan í mentamálum sigur tað vera umráðandi, at fólk fara á skúlastýrisval -Tá ið fólkaskúlin verður havdur á munni, eru øll samd um, at hann er mest týðandi stovnur og skipan í samfelagnum yvirhøvur. Her verður grundarlagið fyri okkara felags framtíð løgd. Her verður grundarlagið lagt fyri framtíðini hjá tí einstaka barninum, og øll vilja vit okkara børnum tað allar besta. Men so heldur logikkurin uppat. Vit eru í teirri margháttligu støðu, at sjálvt um øll eru samd um, at skúlin er so týdningarmikil, so eru tað ov fá, ið hava hug at vera við í skúlastýrisarbeiðinum ? í øllum førum soleiðis, sum skipanin er nú, sigur Helena Dam á Neystabø í tíðindaskrivi.
Hon vísir á, at sum gongdin hevur verið til tey bæði undanfarnu skúlastýrisvalini, og sum luttøkan hevur verið á uppstillingarfundum í sambandi við hetta valið, so er tað greitt, at skipanin virkar ikki eftir ætlan, og at so má skipanin verða endurskoðað.
-Eg vil fegin seta fram eina inniliga áheitan á øll um at taka lógvatak saman um tann føroyska fólkaskúlan. Lat okkum eftir valið fara undir eitt grundleggjandi orðaskifti um, hvussu vit í framtíðini skulu skipa arbeiðið í fólkaskúlanum og samstarvið millum skúla, heim ogrundleggjandi orðaskifti um, hvussu vit í framtíðini skulu skipa arbeiðið í fólkaskúlanum og samstarvið millum skúla, heim og myndugleikar, sigur Helena Dam á Neystabø.