Helena Dam á Neystabø skal svara um Landssjúkrahúsið

Kristian Magnussen vil hava at vita, um nakað er broytt. Um onki er broytt, vil hann hava at vita, hví galdandi avtala ikki verður sett í verk

Kristian Magnussen Løgtingsmaður, og fyrrverandi heilsumálaráðharri vil nú hava greiði á, hvat landsstýrið hugsar sær við leiðslubygnaðinum á Landssjúkrahúsinum.

Hann hevði ætlað at seta heilsumálaráðharranum, Helenu Dam á Neystabø ein skrivligan fyrispurning um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum. Men av tí at tað kann taka umleið ein mánaða at fáa fyrispurningin svaraðan, hevur hann gjørt av at seta henni ein munnligan fyrispurning tá ið teir verða aftur á skránni í tinginum mikudagin. Hann skal svarast beinanvegin. Orsøkin til fyrispurningin er, at sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre hevur nú gjørt ein nýggjan leiðslubygnað fyri landssjúkrahúsið, har ein leiðari - ein lækni- skal hava endaligu ábyrgdina einsamallur. Hetta sigur Kristian Magnusen er brot á eina avtalu millum sjúkrasystrarnar og serlæknarnr um, at ein sjúkrasystir skal verða í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við læknan. Hetta er eisini tað, sum landsstýrið hevur samtykt.

Løgtingsmaðurin vil tí hava at vita um ein nýggj samtykt er gjørd um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum. Um ikki, vil hann hava at vita, hví tann samtykti bygnaðurin ikki verður settur í verk.