SJÁLVSTÝRISSEMJAN
Eirikur Lindenskov
? Lurta vit eftir, hvat andstøðan hevur sagt um hetta mál, so eigur hendan ætlanin ikki at vera í andsøgn við tað, teir hava ført fram. Bæði Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava sagt, at Føroyar skulu miða eftir at gerast fíggjarliga sjálvbjargnar, og at Føroyar skulu taka alsamt størri ábyrgd av egnum málsøkjum, segði Helena Dam á Neystabø, framsøgukvinna Sjálvstýrisfloksins undir viðgerðini av uppskotinum um Sjálvstýri Føroya Fólks hósdagin.
Hon helt, at hetta er eitt gott og rætt endamál hjá øllum føroyingum at seta sær, og viðgekk, at tað sjálvandi verða tøk, sum skulu takast, serstakliga, tá ið hugsað verður um, at heildarveitingin skal minka og at enda hvørva.
? Tó er tað munandi meira virðiligt, at vit føroyingar sjálvir seta okkum fyri at fremja hesa minking, tí vit vita, at gera vit tað ikki, so verður tað kortini gjørt eftir boðum frá donsku stjórnini. Tað eru greiðar fráboðanir komnar um tað longu nú, segði hon.
Taka dekan ov rívan til??
Helena Dam á Neystabø helt tað vera umráðandi at seta á stovn Búskapargrunn Føroya, serliga nú, vit standa á gáttini til eina møguliga oljuvinnu, og tað er í tí sambaninum sera umráðandi, at inntøkur, sum kunnu standast av slíkari vinnu, koma komandi ættarliðum til góða, helt hon.
Framsøgukvinna Sjálvstýrisfloksins setti spurnartekin við, um tað ikki var at taka dekan ov rívin til, at minka heildarveitingina við 3-400 milliónum krónum í 2002.
? Vit í Sjálvstýrisflokkinum vildu mælt til at byrja við eini minking upp á í mesta lagi 300 milliónir, og at vit vera sera varin, tá ið um sølu av almennum fyritøkum ræður, segði hon.
Hon helt eisini, at tað er umráðandi, at tey í løgtinginum semjast um, at tá ið føroyski búskapurin skal lagast til nýggjar umsøður, so skulu vit ikki fremja sparingar innan trivnaðarmálini, og tað eru heilsumálini, almannamálini og skúlamálini.
Fólkaatkvøða tryggjar øll áhugamál
Helena Dam á Neystabø vísti eisini á, at fyri at tryggja áhugamálum hjá øllum flokkum, og ikki minst hjá Føroya fólki, er í løgtingssamtyktini ásett, at fólkaatkvøða skal vera, áðrenn Føroyar verða skipaðar sum eitt sjálvstøðugt land, sum eitt fullveldisríki.
? Tað er við teirri vón, at hendan løgtingssamtyktin ? og tann ætlan, sum verður fráboðað í løgtingssamtyktini ? átti at verið før fyri at savnað ein rættuliga breiðan meiriluta í Føroyum, í hvussu so er sum frálíður, at hetta uppskot verður lagt fyri løgtingið, segði hon.
Helena Dam á Neystabø vísti eisini á, at Sjálvstýrisflokkurin var tann fyrsti sjálvstýrisflokkurin í Føroyum, og at nógv kortini er broytt síðani tá.
Nógv spjaðing um sjálvstýrismálið
? Tíverri hevur tað verið nógv spjaðing politiskt um júst hetta mál. Henda spjaðing hevur sjálvsagt gjørt sítt til, at vit framvegis í dag 2001, smá 100 ár eftir, at Sjálvstýrisflokkurin varð stovnaður, ikki hava fingið so grundleggjandi virðurskifti upp á pláss, sum sjálvsavgerðarrætt Føroya. Hesin spurnigur um sjálvsavgerðarrættin átti eisini at verið avgreiddur við hesum uppskoti, tí tað byggir á tann veruleika og ta fatan, at Føroyar eru eitt land við sjálvsavgerðarrætti.
Helena Dam á Neystabø heldur, at tað hevði verið ófyrigeviligt, um hetta sama stríð á sjálvstýrisveinginum í føroyskum politikki skuldi ført við sær, at heldur ikki hendan samgongan tók eitt veruligt stig fram á sjálvstýrisleið í føroyskum politikki.
? Tað var jú eitt av høvuðsendamálunum hjá hesari samgongu, at orða ein realistiskan sjálvstýrispolitikk, segði hon.
Skuldu lagt á hendan bógvin frá byrjan
Helena Dam á Neystabø greiddi síðani frá gongdini í málinum frá november, tá samgongan ásannaði, at fullveldið ikki gjørdist veruleiki í hesum valskeiðinum. Síðani segði hon, at tráanin eftir at gerast sjálvbjargin og at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum er sjálvur lívsneistin hjá fólki okkara.
At enda segði Helena Dam á Neystabø, at fyriliggjandi uppskot til samtyktar er eitt hóvligt og realistiskt uppskot um, hvussu farast kann fram.
? Vit kunnu harmast um, at samgongan ikki legði á hendan bógv beinanvegin, samgongan sá dagsins ljós í 1998 ? tá vóru vit komin væl áleiðis.